Føstulávintshald 2015

Eins og í fjør fer Føroyingafelagið Á Fyn at skipa fyri føstulávintshaldi í Norðuratlantshúsinum. Tað verður leygardagin, tann 14. februar kl. 14.00.

 Tað verður eitt føroyskt føstulávintshald, so líkt sum til ber teimum í Føroyum, við tunnusláing fyri bæði børn og vaksin, grýlum, føroyskum dansi og onkrum góðum til matna.

 Øll, bæði smá og vaksin, verða eggjaði til at lata seg í sum grýla, tí tað verða virðislønir handaðar til tær bestu grýlurnar.

 Harafturat verður tunnusláttur uttanfyri fyri bæði børn og vaksin, og børnini sleppa at prýða tunnurnar áðrenn. Tað verða virðislønir handaðar til kattarkongarnar, umframt at snapsur, eftir føroyskum siði, verður skonktur til tey, ið vilja hava, meðan tey vaksnu sláa.

 Um undirtøka er fyri tí, fer Miðgarðsormurin eisini uppá gólv, og øll eru vælkomin at trína uppí ringin.

 Umframt hetta, verður suppa eisini at fáa til matna eftir tunnuslátturin. Kaffi, te, saft og kaka fæst allan dagin, so leingi nakað er. Øl fæst eisini til keyps.

 Tað er eitt luttakaragjald á 40 kr fyri limir og 80 kr fyri ikki limir til tiltakið, børn hava fría atgongd.

UncategorizedKatrin Svabo