Føroyskt ’sammenskudsgilde’ 2. jólakvøld
Sum í fjør, skipar Føroyingafelagið á Fyn, 2. jólakvøld kl. 19.00 í Norðuratlantshúsinum, fyri tí, ið danir nevna, sammenskudsgilde, har øll taka okkurt við. Tiltakið er annars frítt.
Ætlanin er, at tað verða eins og í fjør, sum var eitt sera hugnaligt kvøld, við góðum mati og besta veitslulagið.
So komið við til ‘sammenskudsgilde’ uppá føroyskan hátt. Øll taka okkurt við, um tað eru restir frá jóladøgurðanum, ein turr lykkja, ella okkurt heilt triðja, er heilt upp til tykkum. Allar drekkivørur eru eisini vælkomnar.
Sangir eru tøkir, so um onkur dugur at spæla uppá okkurt ljóðføri, hevði verði einastandandi.
Hevði tit annars kunna verði so beinasom og sagt frá, hvat tit taka við, so øll ikki taka tað sama. Tað kann gerast við at senda ein teldupost til felagid@fyn.fo ella á Facebook tiltakinum HER