Dansifelagið Miðgarðsormurin
Sambært Norrøna gudalæru, so drap Tórur Miðgarðsormin, áðrenn hann sjálvur fall, tá Ragnarok herjaði. Men nú hevur Føroyingafelagið á Fyn kveikt lív aftur í ormin.
Miðgarðsormurin er dansifelagið hjá Føroyingafelagnum á Fyn.
Tað verður komið saman aðruhvørja viku, har tað verður kvøðið tey kvæði, ið er blivin lisin uppá heimanífrá til kvøldið.
Tað, ið skal kvøðast, verður avtalað eitt dansikvøld frammanundan, og síðan lagt út á heimasíðuna, ella Facebook bólkin hjá Miðgarðsorminum.
Facebook bólkurin hjá Miðgarðsorminum
Kvæði
Burtur á heiði/Veturin kom við kulda og kava
Fuglakvæðið yngra, upptøka við Martin Tórgarð ørindi 1-45
Føroyingar, sum her nú koma saman
Jákupsa Skegg Niðurlagið, ið verður brúkt, er “Fram við Líðará”