Aðalfundur 21. februar 2015


Sambært § 4 í viðtøkum felagsins, verður við hesum boða til aðalfund hjá Føroyingafelagið á Fyn.

  Felagið skal hava aðalfundi hvørt ár í fyrsta kvartali. So nevnd felagsins hevur á nevndarfundi tikið avgerð um, at tann 21. februar 2015 kl. 15.00, verður aðalfundir hildin í Norðuratlantshúsinum í Odense.

 Fundarskrá verður sambært § 4 Stk. 7 í viðtøkum felagsins:

1.    Val av orðstýrara
2.    Forkvinnan leggur fram frásøgn
3.    Roknskapurin verður lagdur fram
4.    Innkomin uppskot
5.    Val av nevndarlimum sambært § 6
       -    Formaður
       -    Ein nevndarlimur
6.    Onnur val sambært § 6
       -    Tveir eykalimir
       -    Ein grannskoðari
       -    Ein eykagrannskoðari
7.    Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
8.    Annað

 Sambært § 4 Stk. 10 skulu øll uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, verða handa nevndini í seinasta lagi tíggju dagar áðrenn fundin, t.v.s. tann 11. februar 2015.

  Fyri at sleppa at atkvøða til aðalfundin, umframt at stilla upp til val, skal ein hava goldið limagjaldi fyri 2015 áðrenn aðalfundin, umframt at eisini møta persónliga til fundin. Ein kann tó stilla upp uttan at verða tilstaðar, við at handa formanninum eina fullmakt áðrenn fundin.

  Tey, sum ivast um tey eru limir, kunnu senda ein teldupost til felagid@fyn.fo og spyrja.

  Tey, ið ikki hava endurnýggja sín limaskap, tríggjar mánar eftir ein aðalfund, verða strika sum limir.

  Viðtøkur felagsins eru at finna HER og limur kann ein gerast HER

UncategorizedKatrin Svabo