Várveitslan 2015


So er tíðin komin til aftur at hava eina veitslu. Hesaferð við røstum fiski á skránni.

Tann 21. mars 2015 kl. 18.00, eftir aðalfundin hjá Róðrarfelagnum Sleipnir og eykaaðalfundin hjá Føroyingafelagnum, skipar Føroyingafelagið Á Fyn fyri tí árligu Várveitsluni í Norðuratlantshúsinum.

 Vegna ovlítla undirtøku undanfarin ár, bleiv avgerðin tikin í 2013, um ikki at hava nakra ræstkjøtaveitslu fyrr enn eftirspurningurin er nóg stórur.
Men ongin skal lumpast fyri eina veitslu, so ístaðin verður ein várveitsla. Henda veitsla gevur føroyingum og føroyavinum á Fyn høvi at hitta aðrar føroyingar. Tilmeldingarfreistin er tann 14. mars 2015.

 Tiltakið kostar kr. 100 fyri limir og kr. 150 fyri øll onnur. Fyri at tilmelda seg til veitsluna, skal ein senda ein teldupost til Føroyingafelagið Á Fyn á felagid@fyn.fo, umframt at flyta peningin á konto nr. 0828 8105820721. Minst til at viðmerkja navn títt á flytingina. Tilmeldingin er bindandi. Vegna brunaumsjónini er tað bert loyvið, at verða 60 fólk til borðhald í hølinum, so skundi tykkum at melda til.

 Borðreitt verður við føroyskum røstum fiski við garnatálg og eplum, umframt omaná ein góðan drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið. Harafturat verður tann altíð bíliga barrin eisini. Tann afturvendandi durasnapsurin verður sjálvandi eisini.

 Til tey, ið ikki eta ræstan fisk, verður okkurt annað borðreitt, men hvat er ikki heilt avgjørt enn, hetta verður avgjørt sum skjótast, so minnist til at viðmerkja í tilmeldingina, um tit ikki eta ræstan fisk.

 Lutaseðlar verða seldir undir borðhaldinum, har fleiri góðir vinningar verða, m.a. er høvuðsvinningurin ein ferðaseðil við Norrøni fyri tvey við bili á leiðini Danmark-Føroyar t/r.

 Til at spæla undir til sang undir borðhaldinum, eins og til dans aftaná, verður ongin minni enn 'the man, the myth, the legend of Rock'n'Roll', Jóhan Dalsgaard aka Jóhan í Famará aka Barónurin av Stjernekilde aka Jóhan í Kollafirði.

 Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til veitsluna. Tikið verður heldur ikki ímóti gjaldskortum. Men Mobile-Pay verður ein møguleiki.

UncategorizedKatrin Svabo