Minnist til limagjaldið 2015

 Sambært § 3 Stk. 3 í viðtøkum felagsins, er limaári kalendaraári, so tíðin er komin til at gjalda limagjaldið fyri 2015.

 Árliga limagjaldið, ið bert er 100 kr., verður goldið við at flyta peningin á konto nr. 0828-8105820721 í Sparekassen Fyn. Minnist til at viðmerkja navn títt á flytingina.

 Tey gomlu girokortini, innkrevjingar kort, verða ikki nýt meira, tí tey eru ov kostnaðarmikil. So hetta er einasti innkrevjing, ið verður gjørd.

 Hevur tú enn ikki tilmelda teg sum lim, so gerst tað við at útfylla oyðublaði HER umframt at flyta peningin. 

 Ágóðar fyri at verða limur, umframt at stuðla felagnum, eru:

  • Kostnaðurin fyri ymsu tiltøkini er munandi lægri, enn hjá ikki limum

  • Kostnaðurin á tí, ið barrin selur, m.a. øl, kaffi og kaka, er lægri, enn hjá ikki limum

  • Einans limir kunnu atkvøða á aðalfundum felagsins, umframt eisini stilla upp til nevndarval

 Meira ágóðar koma so líðandi

UncategorizedKatrin Svabo