(Dansk tekst længere nede)
Eins og undanfarin ár, skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri Flaggdagshaldi í Norðuratlantshúsinum í Odense. Aftaná verður (mánadags)døgurði fyri teimum, ið eru tilmeldað (TILMELDINGARFREISTIN ER 22. APRÍL).
Flaggdagshaldið, ið er ókeypis, byrjar við at Merkið verður vundið á stong uttanfyri Norðuratlantshúsið kl. 17.00, meðan flaggsangurin, "Sjá, tú blánar" verður sungin. Síðani verður farið í felagshølið á 2. hædd har Sanna av Skarði heldur flaggdagsrøðu.
Til døgurða verður stokt flak og tað, ið har hoyrir til. Omaná verður ein drekkamunnur, við onkrum góðum afturvið.
Døgurði og drekkamunnur kostar 70,- fyri limir, og 100,- fyri ikki limir, 30,- fyri børn undir 12 ár.
Tað er avmarkað nøgd, so ein skal melda til døgurðan í seinasta lagið, mánadagin tann 22. apríl. Hetta verður gjørt, við at senda teldupost til Føroyingafelagið á Fyn á felagid@fyn.fo. Goldið verður við dyrnar.
So komið oman í Norðuratlantshúsið hósdagin, tann 25. apríl, og heiðra Merkið, og fáið ein góðan bita í góðum vinalagi.
DK:
Som i de foregående år, arrangerer Den Færøske Forening på Fyn for Flagdag i Nordatlantisk Hus i Odense. Bagefter er der (mandags)middag for dem, der er tilmeldt (FRIST FOR TILMELDING ER D. 22. APRIL).
Flagdagsarrangementet, der er gratis, begynder ved at Merkið bliver hejst udenfor Nordatlantisk Hus kl. 17.00, mens flagsangen, "Sjá, tú blánar" bliver sunget. Derefter går vi ind i foreningslokalerne oppe på 2. sal, hvor Sanna av Skarði holder flagdagstalen.
Til middag er stegte fiskefileter med tilbehør, og bagefter noget lækkert til dessert.
Middag med dessert koster 70,- for medlemmer, og 100,- for ikke-medlem, 30,- for børn yngre end 12 år.
Der er begrænset plads, så man skal tilmelde sig middagen senest, mandag d. 22. april. Tilmelding sker ved at sende e-mail til felagid@fyn.fo. Man betaler på dagen.
Så kom og hædre Merkið i Nordatlantisk Hus, torsdag d. 25. april, og få en bid ægte færøsk mad i godt selskab.