Tilbage til Alle begivenheder

Lestrarbarr


  • Føroyingafelagið á Fyn Nordatlantisk Promenade 1 Odense, 5000 Denmark (kort)

Vælkomin í lestrarbarr! 🍻

Leygarkvøldið tann 23. september kl. 19 verður lestrarbarr í Norðuratlantshúsinum.

Nú royna vit okkurt nýtt í Føroyingafelagnum á Fyn, og hava eitt hugnakvøld fyri lesandi, har møguleiki er at spæla beer pong, kort, terningaspøl og borðfótbólt. Á kvøldinum eru eisini nakrar kappingar við feitum vinningum! 🏆

Harafturat verður nógv gott at keypa í barrini, eitt nú drykkjuvørur frá Albani og Føroyabjór - og tað sum er sterkari. 😉

Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til tiltakið.

Øll eru vælkomin til tiltakið, so takið ein vin í hondina og kom oman til eitt festligt kvøld á 2. hædd í Norðuratlantshúsinum í Odense. 🥳💃

Tidligere begivenhed: 21. september
Føroyskur dansur við Miðgarðsorminum
Senere begivenhed: 2. oktober
Mánadagsdøgurði