FO:
Kom til føstulávintshald í Norðuratlantshúsinum!
Aftur í ár skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri føstulávintshaldi. Tað verður í Norðuratlantshúsinum í Odense leygardagin tann 18. februar kl. 14.30.
Øll, bæði børn og vaksin, verða eggjaði til at lata seg í sum grýlur, tí tað verða virðislønir handaðar til tær bestu grýlurnar.
Harafturat fara børn og vaksin eisini at sláa tunnu uttanfyri. Børnini byrja at sláa áleið kl. 15.
Tað verða virðislønir handaðar til kattarkongarnar, umframt at børnini fáa ein lítlan posa við góðgæti aftaná teirra sláttur.
Eftir føroyskum siði verður snapsur skonktur til tey, ið vilja hava, meðan tey vaksnu sláa. Sum byrjar áleið kl. 16.30.
Tiltakið kostar við øllum 35 kr. fyri børn, 75 kr. fyri limir og 140 kr. fyri ikki limir. Møguligt er at gjalda við gjaldskorti og MobilePay.
Við í prísinum er kaffi, te, saft og kaka, sum fæst allan dagin, so leingi nakað er. Aftaná slátturin verður okkurt heitt til matna. Tey, ið ikki ætla sær at sláa tunnu, kunnu keypa hetta við síðurnar av.
Harafturat verður tað eisini møguligt at keypa annað at drekka.
DK:
Kom med til færøsk fastelavn i Nordatlantisk Hus!
Igen i år arrangerer Den Færøske Forening på Fyn for fastelavnsfest. Den er i Nordatlantisk Hus i Odense, lørdag d. 18. februar kl. 14.30.
Alle, både børn og voksne, bliver opfordret til at klæde sig ud, da der er præmier til det bedst udklædte barn og voksen.
Herudover vil børn og voksne slå katten af tønden udenfor. Børnene begynder at slå omkring kl. 15.
Efter tøndeslagningen får kattekongerne præmier og børnene en godtepose.
Under de voksnes tøndeslagning, der begynder omkring kl. 16.30, vil der efter færøsk skik, blive skænket snaps.
Arrangementet koster for det hele 35 kr. for børn, 75 kr. for medlemmer og 140 kr. for ikke medlemmer. Det er muligt at betale med betalingskort og MobilePay.
Kaffe, te, saftevand og kage står fremme, så længe noget er tilbage. Efter tøndeslagningen bliver der noget varmt at spise. Dem, der ikke vil slå katten af tønden, kan købe dette separat.
Derudover vil det også være muligt at købe andre drikkevarer.