FO:
Eins og undanfarin ár, skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri Flaggdagshaldi í Norðuratlantshúsinum í Odense. Aftaná verður Flaggdagsdøgurði fyri teimum, ið eru tilmeldað (FREISTIN AT MELDA TIL ER 19. APRÍL).
Flaggdagshaldið, ið er ókeypis, byrjar við at Merkið verður vundið á stong uttanfyri Norðuratlantshúsið kl. 17.00, meðan flaggsangurin, "Sjá, tú blánar" verður sungin. Síðani verður farið í felagshølið á 2. hædd har Sára Tummassardóttir heldur flaggdagsrøðuna.
Til døgurða verða frikadellur við tilhoyr. Omaná verður ein drekkamunnur, við onkrum góðum afturvið.
Døgurði og drekkamunnur kostar 90,- fyri limir, og 140,- fyri ikki limir, 35,- fyri børn undir 12 ár.
Tað er avmarkað nøgd, so ein skal hava melda seg til seinast ónsdagin 19. apríl. Hetta verður gjørt, við at senda teldupost til Føroyingafelagið á Fyn á felagid@fyn.fo. Goldið verður við dyrnar.
So komið oman í Norðuratlantshúsið týsdagin 25. apríl og heiðra Merkið, og fáið ein góðan bita saman við øðrum.
DK:
Som i de foregående år, arrangerer Den Færøske Forening på Fyn for Flagdag i Nordatlantisk Hus i Odense. Bagefter er der Flagdagsmiddag for dem, der er tilmeldt (FRIST FOR TILMELDING ER D. 19. APRIL).
Flagdagsarrangementet, der er gratis, begynder ved at Merkið bliver hejst udenfor Nordatlantisk Hus kl. 17.00, mens flagsangen, "Sjá, tú blánar" bliver sunget. Derefter går vi ind i foreningslokalerne oppe på 2. sal, hvor Sára Tummassardóttir holder flagdagstalen.
Til middag er fiskefrikadeller med tilbehør, bagefter er noget lækkert til dessert.
Middag med dessert koster 90,- for medlemmer, og 140,- for ikke-medlem, 35,- for børn yngre end 12 år.
Der er begrænset plads, så man skal have tilmeldt sig middagen senest onsdag d. 19. april. Tilmelding sker ved at sende e-mail til felagid@fyn.fo. Der betales ved ankomst.
Så kom og hædre Merkið i Nordatlantisk Hus, tirsdag d. 25. april, og få en bid ægte færøsk mad i godt selskab.