Tilbage til Alle begivenheder

Føstulávintshald 2022

  • Føroyingafelagið á Fyn 1 Nordatlantisk Promenade Odense, 5000 Denmark (kort)

FO:

Kom til føstulávintshald í Norðuratlantshúsinum!

Aftur í ár skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri føstulávintshaldi. Tað verður í Norðuratlantshúsinum í Odense leygardagin tann 26. februar kl. 14.00.

Øll, bæði børn og vaksin, verða eggjaði til at lata seg í sum grýlur, tí tað verða virðislønir handaðar til tær bestu grýlurnar.

Harafturat fara børn og vaksin eisini at sláa tunnu uttanfyri. Børnini sleppa at prýða tunnuna áðrenn tey sláa. Tað verða virðislønir handaðar til kattarkongarnar, umframt at børnini fáa ein lítlan posa við góðgæti aftaná teirra sláttur.

Eftir føroyskum siði verður snapsur skonktur til tey, ið vilja hava, meðan tey vaksnu sláa. Sum byrjar áleið kl. 16.30.

Kaffi, te, saft og kaka fæst allan dagin, so leingi nakað er. Aftaná slátturin verður suppa. Harafturat verður tað eisini møguligt at keypa annað at drekka.

Tiltakið kostar við øllum 20 kr. fyri børn, 50 kr. fyri limir og 100 kr. fyri ikki limir. Møguligt er at gjalda við gjaldskorti og Mobile-Pay.

DK:

Kom med til færøsk fastelavn i Nordatlantisk Hus!

Igen i år arrangerer Den Færøske Forening på Fyn for fastelavnsfest. Den er i Nordatlantisk Hus i Odense, lørdag d. 26. februar kl. 14.00.

Alle, både børn og voksne, bliver opfordret til at klæde sig ud, da der er præmier til det bedst udklædte barn og voksen.

Herudover vil børn og voksne slå katten af tønden udenfor. Børnene får lov til at male tønden før de skal slå. Efter tøndeslagningen får kattekongerne præmier og børnene en godtepose.

Under de voksnes tøndeslagning, der begynder omkring kl. 16.30, vil der efter færøsk skik, blive skænket snaps.

Kaffe, te, saftevand og kage står fremme, så længe noget er tilbage. Efter tøndeslagningen bliver der serveret suppe. Derudover vil det også være muligt at købe andre drikkevarer.

Arrangementet koster for det hele 20 kr. for børn, 50 kr. for medlemmer og 100 kr. for ikke medlemmer. Det er muligt at betale med betalingskort og Mobile-Pay.

Tidligere begivenhed: 26. februar
Føroyskur skúli um føstulávint
Senere begivenhed: 10. marts
Føroyskur dansur við Miðgarðsorminum