Aftur í ár skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri samanskotsveitslu í Norðuratlantshúsinum 2. jólakvøld.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Ætlanin er, at tað skal verða eins og undanfarin ár, sum hava verið sera hugnalig, við góðum mati og í besta veitslulagi.
So komið við til ‘sammenskudsgilde’ uppá føroyskan hátt. Øll taka okkurt við, um tað eru restir frá jóladøgurðanum, ein turr lykkja, smyrjubreyð ella okkurt heilt annað, er heilt upp til tykkum. Allar drekkivørur eru eisini vælkomnar.
Sangheftir eru tøk, so um onkur dugur at spæla uppá okkurt ljóðføri, eru tit vælkomin at taka tað við :)
Tit eru vælkomin at skriva hvat tit taka við av mati til tiltakið tann 26. desember, so øll ikki taka tað sama. Hetta kann gerast við at senda ein teldupost til felagid@fyn.fo ella skriva tað í Facebook tiltakið.
Dyrnar lata upp kl. 18.00, so tað kann fara tilborðs áleið kl.19.00.
Bjóðið endliga fleiri fólkum til tiltakið.
Øll eru vælkomin.
GG. tað er ikki møguligt at keypa drekkivørur til tiltakið, so tær noyðast at takast við heimanífrá.
Vit síggjast í Norðuratlantshúsinum 2. jólakvøld :)