Tilbage til Alle begivenheder

Havhestakvøld

Til allar føroyingar og føroyavinir! Føroyingafelagið á Fyn hevur fingið fatur á einum avmarkaðum tali av havhestaungum, tískil verður boðið til havhestakvøld fríggjakvøldið tann 22. februar 2019 í Norðuratlantshúsinum.

Tiltakið kostar kr. 100 fyri limir og kr. 150 fyri ikki-limir. Fyri at vera við, skal tú melda til við at senda teldupost til felagid@fyn.fo og gjalda fyri máltíðina. Hetta kann gerast við at flyta peningin á konto nr. 5388-244672 ella við MobilePay á nr. 71007 - Minst til at viðmerkja ”havhestur + navn” í flytingini. Tilmeldingin er bindandi. Tað er rættiliga avmarkað pláss, tí tað ber ikki til at keypa fleiri havhestaungar inn nú, so skundið tykkum at melda til. Seinasta tilmeldingarfreist at er mánadagin tann 18. februar 2019.

Borðreitt verður við steiktum feskum havhestaungum, eplum, rótfruktum og sós, og omaná verður ein góður drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið.

Farið verður til borðs kl. 18. Aftaná máltíðina er møguleiki fyri at hugna sær við einum góðum kortspæli ella einum práti. Barrin letur upp eitt sindur áðrenn borðhaldið byrjar, limir fáa serprís í barrini. Gjaldast kann við MobilePay, gjaldskortum og reiðum peningi í barrini.

Tað er ikki loyvt, at hava egnar drykkjuvørur við til tiltakið.

(DK)

Den Færøske Forening på Fyn har skaffet et begrænset antal mallemukunger, der er fanget på Færøerne. I den forbindelse inviteres der til mallemukaften fredag den 22. februar i Nordatlantisk Hus.

Aftenen koster kr. 100 for medlemmer og kr. 150 for ikke-medlemmer. For at være med, skal man tilmelde sig ved at sende e-mail til felagid@fyn.fo samt betale for aftenen. Dette er muligt, ved at overføre pengene til konto nr. 5388-244672 eller via MobilePay til nr. 71007 - Husk at skrive ”Havhestur + navn” på overførelsen. Tilmeldingen er bindende. Der er begrænset plads, eftersom der ikke er mulighed for at skaffe flere mallemukker, så skynd jer at tilmelde jer. Fristen for tilmelding er mandag den 18. februar 2019.

Menyen består af stegte mallemukker med kartofler, rodfrugter og sovs, efterfølgende bliver kaffe, the og dessert serveret.

Spisningen begynder kl 18. Efter maden er der rig mulighed for at hygge sig med kortspil og snak. Baren åbnes lidt før spisningen begynder, medlemmer får fordelspriser i baren. Der kan betales med MobilePay, betalingskort samt kontanter i barren.

Det er ikke tilladt at medbringe egne drikkevarer til arrangementet.

Tidligere begivenhed: 9. februar
Ræstkjøtaveitslan 2019
Senere begivenhed: 2. marts
Føstulávintshald 2019