Ársins fyrsta Pub-Quiz verður leygarkvøldið, tann 26. januar 2019 kl. 19.00. Føroyingafelagið á Fyn dyrnar upp til eitt undirhaldandi kvøld, har spenningurin er í hásæti.
Tað verða 4 umfør við 10 spurningum har vinnandi liðið fær ein umgang frá barrini.
Á hvørjum liði kann tað vera upp til fimm fólk.
Eftir hetta er eitt avreksumfar við trimum spurningum. Umfarið kostar kr. 20,- og vinningurin er kvøldsins innkomni peningur + puljan frá seinast Pub-Quiz.
Sum altíð verður bíliga barrin opin, har møguleiki er at keypa øl, cider, snaps, sodavatn, kaffe og annað gott.
Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til tiltakið.
Øll eru hjartaliga vælkomin, føroyingar og føroyavinir.
So takið tey nærmastu í hondina og kom upp á 2. hædd í Norðuratlantshúsinum í Odense, tann 26. januar, og roynið tykkum í almennari vitan.
Møguleiki verður eisini fyri, at spurningarnir verða lisnir upp á donskum, so at skilja føroyskt er ikki eitt krav.
Tilbage til Alle begivenheder
Tidligere begivenhed: 8. januar
Mánadagsdøgurði 14. januar 2019
Senere begivenhed: 31. januar
Føroyskur dansur við Miðgarðsorminum