Rógving við Sleipnir í 2025 / Roning med Sleipnir i 2025

FO:

Hevur tú hug at rógva við føroyskum róðrarbáti í Odense?

Um tað so er hugnaróður ella kappróður, so er nú møguligt at byrja við róðrarfelagnum hjá Føroyingafelagnum, Sleipnir.

At kalla øll kunnu verða við, og róðrarróyndir eru ikki neyðugar fyri at verða við. Øll skulu nokk læra tað.

Tað er tó nakrar leiðreglur fyri Sleipnir, ið skulu yvirhaldast. So vinarliga lesið tær.

Øll kunning og annað, viðvíkjandi rógving í Odense og Róðarfelagnum Sleipnir, verður lagt út á Facebook-bólkin Rógving í Odense.

Tá tað kemur til kappróður, eru manningarnar hesar:
Gentur (14 ár og upp)
Dreingir (14 ár og upp)
Kvinnur (28 ár og upp)
Menn (28 ár og upp)
Veteranar kvinnur (42 ár og upp)
Veteranar menn (42 ár og upp)
Blanda manning (onki aldursmark, einasta krav er, at tað skulu verða 3 kvinnur og 3 menn)

Fyri at gera tað lættari at manna bátarnar, so bleiv í fjør lagdur ein jokari afturat. Jokari kann nýtast, um ein manglar 1 av manningini til eina regatta. Jokarin er uttan aldur og kyn, og ávirkar ikki DM-stigini hjá bátinum.

Í løtuni eru 3 stevnur lagdar í ár, sum eru partur av DM, hesar eru Nordhavn 31. mai, Odense 30. august og Sorø 13. septembur. Tað er enn ikki vist, um Ishøj og Knørrur skipa fyri nøkrum í ár.

Fyri at vera við í DM, so skal báturin luttaka í øllum 3 stevnunum.

Harafturat hevur felagið eisini sera gott samstarv við Frigglauget, ið eigur neystini, har Sleipnir stendur. Saman verður tað skipa fyri útferðum og øðrum.

Fyri at rógva fast við Sleipnir, skal ein hava goldið limagjaldið til bæði Sleipnir og Føroyingafelagið á Fyn, sum er 200 kr. tilsamans. Limagjald til eitt av hinum feløgunum í NAH, er eisini góðkent. Les meira um limagjaldið og hvussu ein kann gjalda tað.

Hevur ein spurningar, vil vita meira um rógvingina og felagið, ella vil melda seg til eina manning, so send ein teldupost til sleipnir@fyn.fo.

Tað er eisini møguligt at venda sær persónligt til ein av nevndarlimunum.

DK:

Har du har lyst til at ro med færøsk robåd i Odense?

Om det så er hyggeroning eller kaproning, så er det nu muligt at begynde med Den Færøske Forenings roklub, Sleipnir.

Så godt som alle kan være med, og roerfaringer er ikke nødvendige for at være med. Alle skal nok lære det.

Der er dog nogle retningslinjer for Sleipnir, der skal overholdes. Så læs dem lige for en god ordens skyld.

Al information og andet, angående roning i Odense og Roklubben Sleipnir, bliver lagt ud i Facebook-gruppen Rógving í Odense.

Da det kommer til kaproning, er besætningerne disse:
Piger (14 år og op)
Drenge (14 år og op)
Kvinder (28 år og op)
Mænd (28 år og op)
Veteraner kvinder (42 år og op)
Veteraner mænd (42 år og op)
Blandet besætning (ingen aldersgrænse, eneste krav er, at det skal være 3 kvinder og 3 mænd)

For at gøre det lidt nemmere at bemande bådene, blev der sidste år tilføjet en joker. Jokeren kan bruges, hvis man mangler 1 besætningsmedlem til en regatta. Jokeren er uden alder og køn, og påvirker ikke ens DM-point.

Foreløbigt er der planlagt 3 regattaer i år, der er del af DM, disse er Nordhavn 31. maj, Odense 30. august og Sorø 13. september. Der vides endnu ikke, om Ishøj og Knørrur laver noget i år.

For at være med i DM, skal båden deltage ved alle 3 regattaer.

Derudover har klubben også er meget godt samarbejde med Frigglauget, som ejer naustene(bådhusene), hvor Sleipnir står. Sammen bliver der arrangeret udflugter og andet.

For at ro fast med Sleipnir, skal man have betalt kontingentet til både Sleipnir og Den Færøske Forening på Fyn, som er 200 kr. tilsammen. Kontingent til en af de andre foreninger i NAH, er også godkendt, dette skal dog bevises. Læs mere om kontingentet og hvordan det kan betales.

Har man spørgsmål, vil vide mere om roningen og klubben, eller vil tilmelde sig en besætning, så send en email til sleipnir@fyn.fo.

Det er også muligt at henvende sig personligt til en af bestyrelsesmedlemmerne.

Rani Lagfoss