Fólkatingsval 2019

5. juni verður fólkatingsval í Danmark.

Kennir tú føroyingar sum ferðast í Danmark 5. juni?

Føroyingar, sum hava bústað í Føroyum, men eru staddir í Danmark og ikki kunnu atkvøða í Føroyum tann 5. juni, hava møguleika fyri at brævatkvøða í Danmark. 

Tú kanst atkvøða á Borgerservice í kommununi, har tú ert stødd/staddur. Tú skal hava samleikaprógv (pass ella koyrikort) við.

Føroyskir sjúklingar, sum eru innlagdir í Danmark, kunnu brævatkvøða á sjúkrahúsinum.


Mælt verður til at atkvøða skjótast til ber, tí atkvøðurnar skulu vera frammi á valstaðnum áðrenn kl. 9.00 valdagin.

 
Katrin Svabo