Rógving 2018
So nærkast tíðin aftur, til at róðrarbátarnir aftur kunnu flotast, og høvi verður fyri at rógva á Odensekanal.
Føroyingafelagið á Fyn og Frigg Lauget í Odense eru farin at samstarva fast um Róðrarfelagið Sleipnir og teirri árligu regattaðina.
Ársins fyrsta regatta verður í Odense, tann 19. mai.
Hinar stevnurnar eru, Tvørábáturin, Nordhavnen í Keypmannahvn 26 mai, Neystið, í Ishøj 9. juni, Knørrur, í Hvidovre 25. august, Sóljan, í Sorø 8. september.
Til øll, ið hava hug at rógva á Fyn, er gjørdur ein serligur bólkur á Facebook, har samskift verður um manningar, tiltøk og annað, sum hevur við rógving at gera. Bólkurin sæst HER
Ætlanin er at hava manningar av báðum kynum, í fleiri aldursbólkum. Fleiri hava longu víst áhuga fyri hesum.
Um ein ikki hevur hug til kappróður, er møguleiki eisini fyri hugnaróðuri og útferðum. Tað einasta, ið krevst, er at blíva limur í Føroyingafelagnum á Fyn og Róðrarfelagnum Sleipnir. Limagjaldið er einans 100 kr. til hvørt felag.
Fái meira at vita um Frigg Lauget HER og Róðrarfelagið Sleipnir HER
HER sæst hvussu ein gerst limur í Føroyingafelagnum.