Summarkvøld í NAH: Landsdystur, Pub-Quiz og hugni

Fríggjakvøldið, tann 9. juni, letur Føroyingafelagið á Fyn dyrnar upp til eitt undirhaldandi hugnakvøld, áðrenn summarsteðgin. Har møguleikin er, at koma burtur frá próvtøkulesnaðin, ella tí dagliga stríðnum.

Skipa verður fyri tí vælumtóktu Pub-Quizzin, HM-undankappingardysturin, ímillum Føroyar og Sveis, verður vístur á stórskíggja, umframt at møguleiki verður fyri, at spæla ymisk spøl og hugna sær saman á terassuni.

Kl. 19.30 byrjar Pub-Quiz, dysturin verður bríkslaður ígongd kl. 20.45, og til tey, ið ikki tíma hyggja eftir fótbólti, er møguleiki fyri at spæla kort, beer-pong o.l.

Umframt tann vanliga vinningin í hvørjum umfarið, verður eisini onkur eyka vinningur latina á Pub-Quizzini. Haraftur bjóðar barrin okkurt fyri hvørt málið, ið Føroyar skora.

Tann altíð bíliga barrin verður sum vant opin, har møguleiki er at keypa øl, sider, sodavatn, popkorn og annað gott.
Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til tiltakið.

Umframt Mobile-Pay, verður eisini tikið ímóti gjaldskortum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, føroyingar og føroyavinir.

So takið tey nærmastu í hondina og kom upp á 2. hædd í Norðuratlantshúsinum í Odense, tann 9. juni, og roynið tykkum í almennari vitan, heppa á Føroyar, ella bara at hugna tykkum.

Møguleiki verður eisini fyri, at spurningarnir verða lisnir upp á donskum, so at skilja føroyskt er ikki eitt krav.