Jólagudstænasta, jólahald og jólaheilsur

So er tíðin aftur komin til tað siðbundna jólahaldið hjá Føroyingafelagnum á Fyn. Sum vant við føroyskari gudstænastu og jólamanni, umframt høvi at senda jólaheilsur til tey kæru í Føroyum.

 Føroyingafelgið á Fyn skipar fyri føroyskari jólagudstænastu og jólahaldi 26. november 2016.

 Byrja verður kl. 14.00 við gudstænastu í Sct. Hans kirkju við Borgny Brúnings Hansen, presti. Umframt verður eisini føroyskur deknur og urguleikari.

 Eftir jólagudstænastuna verður farið í sóknarhúsið, ið liggur við kirkjuna.

 Føroyingafelagið á Fyn fyllir 45 ár í ár, og bjóðar tí lagkøku, bollar og kakao. Eisini verður dansað um jólatræið og børnini fáa vitjan av jólamanninum.

 Eisini verður høvið at senda jólaheilsur til okkara kæru heima í Føroyum.

 Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

UncategorizedKatrin Svabo