Nýggja nevnd og aðrar broytingar fyri Føroyingafelagið á Fyn

Tann árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum á Fyn var hildin leygardagin, tann 27. februar, í Norðuratlantshúsinum í Odense. Skráin var henda:

  1. Val av orðstýrara

  2. Forkvinnan leggur fram frásøgn

  3. Roknskapurin verður lagdur fram

  4. Innkomin uppskot

  5. Val av nevndarlimum sambært § 6
    –    Kassameistari
    –    Tríggir nevndarlimir

  6. Onnur val sambært § 6
    –    Tveir eykalimir
    –    Ein grannskoðari
    –    Ein eykagrannskoðari

  7. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár

  8. Annað

 Fyri valið stóðu kassameistari og tríggir nevndarlimir. Umframt at forkvinnan fyri Róðrarfelagið Sleipnir hevði trekt seg aftur, tí hon var longur ikki búsitandi í Danmark. So ein skuldi eisini veljast í eitt ár fyri hana.

 Fundurin byrjaði við, at næstforkvinnan, Sára Tummassardóttir, bleiv vald til orðstýrara.

 Síðan legði forkvinnan, Guðrið Nattestad, fram frásøgn sína, har hon greiddi frá árinum, ið fór, sum hevði verði óvanliga hendingaríkt. Hon tók saman um tiltøk felagsins, afturvendandi, sum nýggja. Undirtøkan hevði verði upp og niður, men samanumtikið var nevndin sera væl nøgd við alt.

 Hon kom eisini inn á, at í fjør bleiv ein samanlegging gjørd við Róðrarfelagnum Sleipnir, men at hetta samstarv ongantíð riggaði til fulnar, vegna samskiftis trupulleikar.

 Til seinast greiddi hon frá, um Dansifelagið Miðgarðsormin, ið nú veruliga hevði fingið vind í seglini, síðan endurstovnaðina síðst í 2013. Umframt at skipa hevði verði fyri dansistevnu, so hevði Miðgarðsormurin eisini verði og dansa til ymisk tiltøk runt á Fyn.

 Aftaná frásøgnina hjá forkvinnuni, legði Rani Lagfoss, kassameistari, fram ársroknskap fyri Føroyingafelagið og Sleipnir.
 2015, sum áðurnevnt hevði verði hendingaríkt ár, var fíggjarliga sæð, eisini eitt gott ár fyri Føroyingafelagið á Fyn. Næstan øll tiltøkini høvdu givið eitt yvirskot, umframt at limatalið eisini var hækka. Hetta hevði havt við sær, at eginognin hjá felagnum var meir enn tvífalda.

 Hetta gav nevndini dirvi, til at skipa fyri fleiri og nýggjum tiltøkum, føroyingum og Føroya vinum til frama á Fyn.

 Roknskapurin hjá Róðrarfelagnum Sleipnir hevði verði ein stór avbjóðing, tí kassameistarin hevði ikki havt atgongd til banka felagsins, og hevði av teirri orsøk, ikki havt møguleika fyri, at skapt sær eitt yvirlit yvir fíggjarstøðuni gjøgnum alt ári. Tað hevði havt við sær nakrar ógreiðiligar útreiðslur, ið kassameistarin ikki hevði fingið frágreiðing um. Harafturat manglaðu nøkur fylgjuskjøl, og stórt óskil var á fíggjarviðurskiftunum.

 Hetta hevði við sær, at roknskapurin fyri Føroyingafelagið á Fyn bleiv einmælt samtyktur. Men tann fyri Sleipnir kundi ikki góðtakast.

 Tað førdi til, at limirnir hjá Róðrarfelagnum Sleipnir valdu at avtaka róðrarfelagið sum sjálvstøðugt felag. Sambært viðtøkum felagsins, blivu ognirnar hjá Sleipnir latnar Føroyingafelagnum á Fyn, ið vil framyvir røkja áhugamál Sleipnirs.

 Bert eitt uppskot var innkomið, og var tað um viðtøkubroytingar, soleiðis at Odense kommuna kundi góðtaka Føroyingafelagið á Fyn sum felag. Tað bleiv við fáum broytingum góðtikið.

 Í tí sambandi, bleiv eisini gjørt ein arbeiðsáseting viðvíkjandi Róðrarfelagnum Sleipnir, ið framyvir kemur at virka undir Føroyingafelagnum, eins og Dansifelagið Miðgarðsormurin.

 Síðan var fari at velja til teir ymsu álitissessirnar. Kassameistarin, Rani Lagfoss, stillaði uppaftur, tað sama gjørdi skrivarin, Jákup Olaf Jacobsen og nevndarlimurin, Páll av Kák Olsen, allir blivu afturvaldir fyri tvey ár.

 Ari Bjarkason stillaði ikki upp aftur, og Guðrið Krúnufjall hevði trekt seg, eitt ár áðrenn tíð. Fyri tey blivu Hanna Müller og Joan Ziskason vald í nevndina, fyri ávikavist 2 og 1 ár.

 Sunrid Iversen og Aref Olsen stillaðu ikki upp aftur sum eykalimir, í teirra stað blivu Enid Tummassardóttir og Rannvá Olsen vald fyri eitt ár. Sum grannskoðari og eykagrannskoðari blivu Ejvind Sørensen og Hans Atli Dahl valdir fyri ávikavist 2 og 1 ár.

 Limagjaldið fyri 2017 bleiv óbroytt, so tað verður verandi 100 kr. fyri hvønn, og 100 kr. eyka fyri tey, ið eru partur av ítrótti felagsins, t.d. rógving.

 Undir annað var bert ein áheitan, um at tíðindi felagsins, kundi blíva umsett til danskt framyvir, tá ikki allir limir skiltu føroyskt.

 Síðan aðalfundin hevur nevndin skipa seg, og sær soleiðis út nú, Guðrið Nattestad forkvinna, Rani Lagfoss kassameistari, Sára Tummassardóttir næstforkvinna og umboðar felagið í brúkararáðnum í Norðuratlantshúsinum í Odense, Jákup Olaf Jacobsen skrivari, Páll av Kák Olsen hevur ábyrgdarøki Ítrótt, Hanna Müller hevur ábyrgdarøki Samskifti og Joan Ziskason hevur ábyrgdarøki Mentan.