Føroyski dansurin flytur til hóskvøld

Vegna vantandi undirtøku, hevur nevndin hjá Føroyingafelagnum á Fyn valt, at flyta tann føroyska dansi frá sunnudegi í líka viku til hóskvøld í ólíka viku.

 Eftir áheitan frá limum felagsins, verður ein roynd gjørd, fyri at fáa fleiri at koma og kvøða. Hetta verður gjørt við at Miðgarðsormurin flytur dansin frá kl. 16.00 sunnudag í líka viku, til kl. 19.00 hóskvøld í ólíka viku.

 Fyribils verður hetta roynt ári út, men um tað riggar, verður hildið á fram við nýggju dansitíðini. Fyrsta royndi verður, hóskvøldið tann 8. oktober kl. 19.00 í Norðuratlantshúsinum.

UncategorizedKatrin Svabo