Odense Havnekulturfestival 2014

 Í ár verður Odense Havnekulturfestival nakað øðrvísi enn undanfarin ár. Ístaðin fyri at halda til í einum tjaldi, koma vit at verða saman við íslendingum og grønlendingum í snotiliga Norðuratlantshúsinum i Odense.

 Føroyingafelagið Á Fyn fer at vísa fram kunnandi tilfar um Føroyar og felagið, og umframt hetta, fer dansifelagið Miðgarðsormurin, eisini uppá gólv leygardagin og sunnudagin kl. 12.00, og øll eru vælkomin at luttaka.

Kvøði verður:

So vakrar moyggjar
Sinklars Vísa
Flóvin Bænadiktsson
Stolt Signhild

 Harafturat fer hvalbiargentan, Eva Døgg Bragadóttir (mynd), eisini at syngja báðar dagarnar kl. 14.00, og Róðrarfelagið Sleipnir kemur at vísa fram føroyskan árabát uttanfyri húsið.

 Skráin fyri Norðuratlantshúsið sæst HER

 Heimasíðan hjá Odense Havnekulturfestival sæst HER

 Og skráin fyri alla festivalin sæst HER