Rulla páskaregg
Eins og í fjør fer Føroyingafelagið á Fyn, at rulla páskaregg 2. páskadag.
Tiltakið, ið er frítt fyri børn, men kostar 10 krónur fyri limir, og 20 krónur fyri ikki-limir, verður 2. páskadag, 21. apríl 2014 kl. 13.00, í Musikhúsinum á Rasmus Rask kollegiinum, og eggini verða rulla á bakkanum aftanfyri Musikkhúsið.
Tey, ið rulla páskaregg hava kókaði egg við heimanífrá. Møguleiki er at lita eggini í Musikkhúsinum; Føroyingafelagið hevur litir.
Kaffi, te og kaka fæst til keyps. 15 krónur fyri limir, og 30 krónur fyri ikki-limir, ið verður goldið einaferð.
Øll eru vælkomin at rulla páskaregg. Vónandi verður undirtøkan eins góð, sum síðsta ár.