Dagføringar fyri aðalfundin 2. mars
Sum áður skriva her á heimasíðuni, greinin kann lesast HER, so heldur Føroyingafelagið á Fyn aðalfund, tann 2. mars kl. 13.00 í Norðuratlantshúsinum.
Freistin fyri innkomnum uppskotum, gekk út tann 20. februar. Inn kom bert eitt uppskot, ið er ein gjøgnumgangandi broyting av viðtøkum felagsins.
Uppskotið verður lagt fram á aðalfundinum, har møguligt verður at kjakast um tað, áðrenn atkvøtt verður. Men sambært viðtøkunum, skal meira enn helvtina av limunum luttaka á aðalfundinum, fyri at viðtøkurnar kunnu broytast.
Fyri at fáa loyvið at atkvøða, skal ein hava goldið limagjald fyri 2014, umframt at ein skal verða tilstaðar á fundinum. Fyri at gerast limur, ella bert síggja, hvussu ein kann gjalda limagjaldi, trýst HER.
Broytingaruppskotið snýr seg millum annað, um ymsar lítlar rættingar og nýggj brot, ið gera viðtøkurnar meira nágreiniligar.
Fundarskrá:
1. Val av orðstýrara
2. Forkvinnan leggur fram frásøgn
3. Roknskapurin verður lagdur fram
4. Innkomin uppskot
- Broytingaruppskot av viðtøkum felagsins
5. Val av nevndarlimum sambært § 6
- Kassameistari
- Tveir nevndarlimir
6. Onnur val sambært § 6
- Tveir eykalimir
- Ein grannskoðari
- Ein eykagrannskoðari
7. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
8. Annað
Fyri at stilla upp til nevndarvalið, skal ein eisini verða limur.
Sum vanligt er, so verður drekkamunnur eisini at fáa á fundinum, so vónandi verður undirtøkan stór.
Øll eru vælkomin á fundin, har tað eisini verður kunna um tað spennandi framtíð felagið gongur ímóti.