Søga felagsins
Tann 11. november í 1971, funnu føroyskir útisetar í Odense saman við tí fyri eyga, at seta á stovn eitt føroyingafelag á Fyn. Fáar dagar seinni, tann 27. november 1971, var stovnandi aðalfundur og føroyingafelagið var nú veruleiki.
Stigtakari var Fróði Helmsdal, ið eisini var formaður í fyrstu nevnd felagsins. Hendan nevndin taldi tríggjar limir, hini bæði vóru Eyðun Waagstein, ið var skrivari, og Emmy Hermansen var nevndarlimur.
Árið eftir, tann 3. desember í 1972, varð nevndin víðkað, frá einari 3-manna nevnd, til eina 7-manna nevnd. Hendan fyrsta 7-manna nevndin var sett saman av Torleifi Hoydal, Hans Jákup Simonsen, Emmy Hermansen, Eyðuni Waagstein, Turið Dahl. Fróða Helmsdal og Olaf Midjord.
Tey fyrstu mongu árini, hevði felagið ongi føst hølið, men leigaði seg inn ymsastaðni, tá veitslur og onnur tiltøk blivu hildin. Millum annað á Ryttergården og Rasmus Rask kollegiunum.
Í 1997 fóru Føroyingafelagið og Íslendinga felagið, saman um at leiga eini hølið. Hesi hølið vóru í Kongensgade í Odense. Hetta var tó ikki nøkur varandi loysn. Kostnaðurin var ov høgur og endin var, at feløgini fóru úr hølunum. Føroyingar og íslendingar noyddust aftur at leiga seg inn í ymisk høli.
Í Juni í 2000, skrivaðu bæði feløgini undir leigusáttmála til hølið á Rugårdsvej 21 í Odense. Her hildu feløgini til, inntil tey í 2004 noyddust at siga upp sáttmálan, orsaka av at tað var ov dýrt at reka. Og felagið noyddist aftur, at leiga seg inn ymsastaðni, tá tiltøk vóru á skránni.
Í november í 2013, lat Norðuratlantshúsið í Odense dyrnar upp, og her sluppu Føroyingafelagið, Íslendingafelagið og tey bæði grønlendsku feløgini at halda til, og eru har enn.
Tá felagið varð sett á stovn í 1971, kallaðist tað fyri Føroyingafelagið á Fyn. Men í 1997 broytist navnið, til Føroyingafelagið í Odense. Men á fyrsta aðalfundi felagsins, í teimum nýggju hølunum í Norðuratlantshúsinum í 2014 varð avgjørt at skifta aftur til uppruna heitið. Og varð tað samtykt, at felagið aftur skuldu eita Føroyingafelagið á Fyn.
Felagið hevur øll árini verið virkið við mentanar tiltøkum og veitslum. Um túsundáraskiftið varð dansifelagið Miðgarðsormurin sett á stovn. Tað bleiv dansað kring alt Fyn til ymisk tiltøk. Tá Føroyingafelagið í 2004 noyddist at siga upp leigusáttmálan á Rugårdsvej, varð dansurin fluttur til ein skúla í Munkebo. Her hittust dansifólk í nøkur ár. Men so við og við, gjørdist dansifelagið, meira og meira óvirkið. Tó so vóru fólk fús, at koma til tiltøk og bera fram kvøðu fyri dønum.
Eftir at felagið fekk fast tilhaldsstað í Norðuratlantshúsinum, var valt at taka táttin uppaftur, og hevur tað verið dansa á hvørjum vetri. Dansifelagið er vælumtókt og hevur verið boði til fleiri tiltøk kring Fyn, og skipað hevur eisini veri fyri dansistevnu í 2015.
Á aðalfundi í 2015 var avtala gjørd um at samstarva við róðrarfelagið Sleipnir, og nevndirnar løgdust saman soleiðis at 5 limir vóru fyri Føroyingafelagið og 2 fyri Sleipnir. Hetta samstarv endaði við at Føroyingafelagið á aðalfundi í 2016 yvirtók rakstur av róðrafelagnum, og róðrarfelagið Sleipnir bleiv avtikið, men heldur á fram undir sama heiti, sum partur av Føroyingafelagnum, eins og Miðgarðsormurin.
Felagið hátíðarhelt sín 45 ára dag tann 27 november 2016.