ByensO.jpg
 

Tiltøk alt ári

 

Ári runt, skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri ymsum tiltøkum til limirnar.

Millum annað er mánadagsdøgurðin eitt gott høvið at fáa ein góðan bita og heilsa uppá aðrar føroyingar á Fyn. Døgurðin er áleið einaferð um mánaðin og matskráir verða kunngjørdar leypandi. Nakrar ferðir um ári hava vit eina føroyska Pub Quiz, til títt innara flogvit.

Dansifelagið Miðgarðsormur dansar ein stóran part av árinum, eisini til tiltøk. Róðrarfelagið Sleipnir hjá Føroyingafelagnum skipar fyri bæði hugna– og kappróðri frá vári til heyst. Nordatlantisk kor er felagskórið hjá føroyingum, íslendingum, grønlendingum og danskarum á Fyn. Føroysk fótbóltáhugaði sparka saman um veturin, tá áhugi er fyri tí.

Tað eru ymisk familjutiltøk, til høgtíðir og annað. Sjálvandi eru eisini góðar veitslur, tann árliga Sleipnir Regatta, bindiklubbar og nógv annað í Norðurlatlantshúsinum.

Saknar tú nakað, ert tú altíð vælkomin at skriva til okkum við hugskotum.

 
 

Mánadagsdøgurði

Dansifelagið Miðgarðsormur

Róðrarfelagið
Sleipnir

AAAFB7.jpg

Her halda vit til

 

Norðuratlantshúsið, Nordatlantisk Promenade 1, 5000 Odense C