Tilbage til Alle begivenheder

Lestrarbarr


  • Føroyingafelagið á Fyn Nordatlantisk Promenade 1 Odense, 5000 Denmark (kort)

Vælkomin á lestrarbarr! 🤩

Fríggjakvøldið tann 5. apríl kl. 19 verður lestrarbarr í Norðuratlantshúsinum.

Lestrarbarr er eitt hugnakvøld fyri lesandi og onnur ung, har møguleiki er at spæla borðspøl, kort, terningaspøl og borðfótbólt. Á kvøldinum verður eisini ein Beer Pong kapping við einum feitum vinningi! 🏆🎲⚽

Harafturat verður nógv gott at keypa í barrini, eitt nú drykkjuvørur frá Albani og Føroya Bjór - og tað sum er sterkari. 😉 🍻

Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til tiltakið.

Gjaldast kann við MobilePay og gjaldskortum. 💸

Øll eru vælkomin til tiltakið, so takið ein vin í hondina og kom oman til eitt festligt kvøld á 2. hædd í Norðuratlantshúsinum í Odense. 🥳💃

Tidligere begivenhed: 4. april
Føroyskur dansur við Miðgarðsorminum
Senere begivenhed: 18. april
Føroyskur dansur við Miðgarðsorminum