Felagið

Føroyingafelagið á Fyn er stovnað fyri at savna allar føroyingar á Fyn.

Tað er ikki brúk fyri einum føroyingafelagi á sama hátt sum fyrr. Føroyingar uttanlands hava tað nógv lættari at fáa samband við aðrar føroyingar, so eitt føroyingafelag hevur ikki sama stóra leiklut á tí økinum meira. Alnetið og aðrir nýmótans hentleikar hava ført til tað, men tó skal sigast, at tað enn er brúk fyri einum føroyingafelagi, tað skal bara laga seg til teir nýggju leiklutirnir.

Tað er hetta Føroyingafelagið á Fyn er við at gera, tað er í gongd við blíva ein tíðarhóskandi felagsskapur, ið hevur allar nútímans hentleikar í krevst av einum tílíkum felagi.

Henda tíðarhóskandi heimasíða ger tað lættari at fáa kunnandi tilfar almannakunngjørt, umframt at sambandið við limir felagsins er lættari at viðlíkahalda, hon ger at felagið eisini lættliga kann samskifta og lýsa við ymiskum, og á tann hátt gera felagið sjónligari.

Orsøkin til at felagið nú hevur tikið sær navnið "Føroyingafelagið á Fyn" er tann, at felagið hevur limir kring alt Fyn, umframt at tað var upprunanavn felagsins.

Stuðlar hjá Føroyingafelagnum á Fyn