Ræstkjøtaveitslan 2019
(DK tekst længere nede)
Nú verður hon, tann nógv eftirspurda Ræstkjøtaveitslan!!
Tann 9. februar 2019 skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri ræstkjøtaveitslu í Norðuratlantshúsinum, tað er sama dag sum ársaðalfundur felagsins verður.
Tiltakið kostar kr. 250 fyri limir og kr. 350 fyri ikki-limir. Fyri at luttaka á veitsluni, skal tú melda til við at senda teldupost til felagid@fyn.fo og gjalda fyri veitsluna. Hetta kann gerast við at flyta peningin á konto nr. 5388-244672 ella við MobilePay á nr. 71007 - Minst til at viðmerkja ”Veitsla + navn” í flytingini. Tilmeldingin er bindandi. Tað er avmarkað pláss, so skundið tykkum at melda til. Seinasta freist at melda til er leygardagin tann 2. februar 2019.
Barrin letur upp áleið kl. 17, tá aðalfundurin er lokin, limir fáa serprís í barrini. Gjaldast kann við MobilePay og gjaldskortum í barrini. Durasnapsur verður skonktur við dyrnar og farið verður til borðs kl. 18.
Borðreitt verður við ræstari súpan, føroyskum røstum lambskjøti og omaná ein góður drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið.
Til tey, ið ikki eta ræst kjøt, verður okkurt annað borðreitt, so minnist til at viðmerkja í tilmeldingini, um tit ikki eta ræst kjøt.
Sangheftið er til borðhaldið, eftir borðhaldið spælir Spotify til dans.
Lutaseðlar verða seldir undir borðhaldinum, har fleiri góðir vinningar verða - Høvuðsvinningurin er eitt gávubræv á 2.000 kr frá Atlantic Airways.
Tað er ikki loyvt, at hava egnar drykkjuvørur við til veitsluna.
(DK)
Den 9. februar 2019 arrangerer Den Færøske Forening på Fyn for ”Ræstkød(fermenteret lammekød)” Fest i Nordatlantisk Hus, det er samme dag som foreningens årlige generalforsamling bliver afholdt.
Festen koster kr. 250 for medlemmer og kr. 350 for ikke-medlemmer. For at deltage skal du tilmelde ved at sende e-mail til felagid@fyn.fo samt betale for festen. Dette er muligt, ved at overføre pengene til konto nr. 5388-244672 eller via MobilePay til nr. 71007 - Husk at skrive ”Fest + navn” på overførelsen. Tilmeldingen er bindende. Der er begrænset pladser så skynd jer at tilmelde jer. Fristen for tilmelding er lørdag den 2. februar 2019.
Barren åbner omkring kl.17, da generalforsamlingen er overstået, medlemmer får fordelspriser i barren. Der kan betales via MobilePay, eller betalingskort i barren. Velkomstsnaps bliver tilbudt ved ankomst. Maden bliver serveret kl. 18.
Menuen består af ”ræst” suppe, færøsk ”ræst” lammekød og noget godt til dessert bagefter.
Til dem, som ikke spiser ”ræstkød”, vil der blive serveret noget andet, så husk at skrive i tilmeldingen, om I ikke spiser ”ræstkød”.
Der er fællessang med sanghæfte ved bordet, efter spisning er der dans med Spotify.
Der vil blive solgt lodsedler til festen, hvor der vil være flere gode præmier - Hovedpræmien er et gavekort på 2.000 kr fra Atlantic Airways.
Det er ikke tilladt at medbringe egne drikkevarer til festen.