Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Kunnandi fundur um rógving 2019

Komið við á kunnandi fund týsdagin 12. mars í Norðuratlantshúsinum, 2. hædd, kl. 19.00. 

Har verður kunnað um rógving fyri møguligum nýggjum rógvarum, royndir eru ikki eitt krav.

Vit tosa um tær 5 stevnurnar í Danmark, Danmarksmeistaraheiti, tann árliga hásummarstúrin til Vigelsø og onnur tiltøk.

Og til síðst um tað stóra tiltakið 25. mai. Føroyingafelagið á Fyn og Frigg Lauget í Odense samstarva aftur í ár um Róðrarfelagið Sleipnir og teirra árligu regatta. Í ár verður hon nakað heilt serligt, tí vit fáa forkunnuga vitjan av træskipafylgi úr Føroyum í døgunum 23. - 26. mai. Umframt tað, kemur føroyska rockorkestri Hamradun at spæla og nógv annað er eisini á skránni, samstundis sum tann væl umtókti Havnekulturfestival er á havnaøkinum. í ár fyllir Merkið jú heili 100 ár og tað skal feirast 🇫🇴🇫🇴 

Hevur tú hug at rógva ella vilt tú gerast partur av bestu veitslu á Fyn, vóna vit at síggja teg 12. mars kl. 19.00. 

Les meira um fundin

Hevur tú ikki møguleika at koma til fundin, ert tú sjálvandi vælkomin til at gerast partur av tí heila. Skriva bara til ein av feløgunum ella set teg í samband við ein av limunum.