Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Føroyingafelagið hevur havt aðalfund 2018

Tann árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum á Fyn varð hildin leygardagin, tann 17. mars í Norðuratlantshúsinum í Odense. Skráin, sum var sambært § 4 stk. 7 í viðtøkum felagsins, sá soleiðis út:

1. Val av orðstýrara og skrivara
2. Forkvinnan leggur fram frásøgn
3. Roknskapurin verður lagdur fram
4. Innkomin uppskot
5. Val av nevdnarlimur sambært § 6
• Kassameistara
• Tríggjar nevndarlimir
6. Onnur val sambært § 6
• Tveir eykalimir
• Ein granskoðari
• Ein eyka granskoðari
7. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár (2019)
8. Annað


Forkvinnan bjóðar vælkomin


1. pkt. væl av orstýrara og skrivara

Hans Atli Dahl bleiv valdu til orðstýrara og Aref Olsen bleiv valdur til skrivarar.

2. pkt. Formansfrágreiðing

Forkvinna felagsins, Hanna Müller, greiddi frá árinum ið fór, har tað vóru sera nógv góð tiltøk.

Millum annað bleiv nevnt mánadagsdøgurðin, sum hevði verið eitt sera væl vitjað tiltak, forkvinnan takkaði fyri tað sera stóra arbeiðið, ið tey sjálvbodnu gjørdu í hesun sambandi, bæði við at skaffa mat og gera matin til tiltøkini.

Limatalið er hækkað við 8 limum hetta seinasta árið og er tað góð 10 prosent.

 

3. pkt. Framløga av roknskapi

Kassameistarin, Rani Lagfoss, framlegði roknskapin og bleiv hann góðkendur.

Stórt sæð øll tiltøk góvu yvirskot.

Eisini kom fram, at framyvur fara inntøkurnar frá PubQuizini til Róðrarfelagið Sleipnir.


4. pkt. Innkomin uppskot 

Einki uppskot var innkomið.


5. pkt. Val av nevndarlimum sambært § 6 

Núverandi kassameistari, Rani Lagfoss, stillaði ikki upp aftur skuldi, tí skuldi veljast ein nýggjur kassameistari.

Katrin Svabo Bech stillaði upp og bleiv hon vald.

Felagið takkar Rana fyri alt tað stóra arbeiði, ið hann hevur lagt í felagið gjøgnum tey seinastu árini.

Síðani skuldu veljast tríggir nevndarlimir og blivur Rannvá Olsen, Evald Müller og Jonathan Jakobsen vald í nevnd.


6. pkt. Onnur val sambært § 6

Tveir eykalimir skuldu veljast og blivu Enid Tummassardóttur og Rudi Luid Dahl valdar sum eykalimir.

Ejvind Sørensen bleiv afturvaldur sum granskoðari og Jørgen Højgaard Jørgensen bleiv afturvaldur sum eykagranskoðari.


7. pkt. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár

Viðtikið bleiv, at limagjaldið skuldi framvegis vera 100 kr. Bæði fyri Sleipnir og Føroyingafelagið á Fyn.


8. pkt. Annað

Frigg legði fram ymisk tiltøk, sum verða hildin í 2018 í samstarv við Føroyingafelagið á Fyn.

Regatta verður hildin tann 19. mai 2018

Eisini verður skipað fyri einum túri til Vigelsø í árabátum tann 15/16 juni 2018.

Eisini verður umhugsað at gera ein túr til Samsø.

Øll tey føstu tiltøkini fortseta í 2018.

Takkað varð fyri ein góðan aðalfund.

Síðan aðalfundin hevur nevndin skipað seg og sær soleiðis út: Hanna Müller forkvinna, Katrin Svabo Bech kassameistari, Joan Ziskason skrivari, Sára Tummassardóttur næstforkvinna og umboðar felagið í brúkararáðnum í Norðuratlantshúsinum í Odense, Jonathan Jakobsen hevur ábyrgarøki Ítrótt, Evald Müller hevur ábyrgdarøkið Samskifti og Rannvá Olsen hevur ábyrgdarøkið Mentan.