Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Føroyingafelagið skal hava nýggjan kassameistara

Nýggjur kassameistari skal veljast á aðalfundi felagsins leygardagin tann 17. mars 2018

Rani Lagfoss hevur boðað frá, at hann, eftir 4 ár sum kassameistari, ikki stillar uppaftur.

Kassameistarin verður, eins og formaðurin, valdur beinleiðis, og skiftast hesi tó annaðhvørt ár um at standa fyri vali.

Umframt kassameistaran standa tríggir nevndarlimir, tveir eykalimir, ein grannskoðari og ein eyka grannskoðari fyri vali.

Vilt tú vera við at skipa fyri tiltøkum í Odense, har føroyingar og føroyavinir kunnu samlast um ta føroysku mentanina, kom so við á aðalfund og bjóðað teg fram.

Nevndarabeiði er mennandi, gevur royndir í samstarvi og fyriskipan, samstundis sær tað gott út á tínum CV.

Vit síggjast á aðalfundinum í Norðuratlantshúsinum 17. mars 2018 kl.15.