Aðalfundur 17. mars 2018
Sambært § 4 í viðtøkum felagsins, verður við hesum boða til aðalfund hjá Føroyingafelagið á Fyn.
Felagið skal hava aðalfund hvørt ár í fyrsta kvartali. So nevnd felagsins hevur á nevndarfundi tikið avgerð um, at tann 17. mars 2018 kl. 15.00, verður aðalfundur hildin í Norðuratlantshúsinum í Odense.
Fundarskrá verður sambært § 4 Stk. 7 í viðtøkum felagsins:
-
Valg af dirigent
-
Formandsberetning
-
Fremlæggelse af godkendt regnskab
-
Indkomne forslag
-
Valg af bestyrelsesmedlemmer i henhold til § 6
-
Kasserer
-
3 bestyrelsesmedlemmer
-
-
Øvrige valg i henhold til § 6
-
2 bestyrelsessuppleanter
-
1 revisor
-
1 revisorsuppleant
-
-
Fastsættelse af kontingent for kommende år
-
Eventuelt
Sambært § 4 Stk. 11 skulu øll uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, verða handað nevndini í seinasta lagi tíggju dagar áðrenn fundin, t.v.s. tann 7. mars 2018.
Fyri at sleppa at atkvøða til aðalfundin, umframt at stilla upp til val, skal ein hava goldið limagjaldið fyri 2018 áðrenn aðalfundin, umframt at eisini møta persónliga til fundin. Ein kann tó stilla upp uttan at verða tilstaðar, við at handa formanninum eina fullmakt áðrenn fundin.
Tey, sum ivast um tey eru limir, kunnu senda ein teldupost til felagid@fyn.fo og spyrja.
Tey, ið ikki hava endurnýggjað sín limaskap, tríggjar mánaðar eftir ein aðalfund, verða strikað sum limir.
Viðtøkur felagsins eru at finna HER og limur kann ein gerast HER