Flaggdagshald og døgurði
Aftur í ár skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri Flaggdagshaldi í Norðuratlantshúsinum í Odense. Aftaná verður (mánadags)døgurði serveraður fyri teimum, ið eru tilmeldað. Tilmeldingarfreist er 22. apríl.
Flaggdagshaldið, ið er ókeypis, byrjar við at Merkið verður vundið á stong uttanfyri Norðuratlantshúsið kl. 17.00, meðan flaggsangurin, "Sjá, tú blánar" verður sungin. Síðan heldur Kaj Joensen flaggrøðu í hølum felagsins á 2. hædd.
Føroyingafelagið á Fyn, ið hevur skipað fyri mánadagsdøgurða eina ferð um mánaðin, borðreiður í hesum sambandi við kalva og tilhoyri.
Omaná verður kaffi og okkurt afturvið.
Tað er avmarkað nøgd, so tit verða biðin um at melda til í seinasta lagið 22. apríl. Hetta verður gjørt, við at senda teldupost til Føroyingafelagið á Fyn á felagid@fyn.fo. Goldið verður við dyrnar.
Døgurði við omaná kostar 50,- fyri limir, og 75,- fyri ikki limir, 30,- fyri børn undir 12 ár.
So komið oman í Norðuratlantshúsið týsdagin, tann 25. apríl 2017, og heiðra Merkið og fáið ein góðan bita aftaná saman við góðum selskapi.