Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Føroyingafelagið á Fyn havt aðalfund

Tann árligi aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum á Fyn varð hildin leygardagin, tann 4. mars, í Norðuratlantshúsinum í Odense. Skráin, sum var sambært § 4 stk. 7 í viðtøkum felagsins, sá soleiðis út:

  1. Val av orðstýrara

  2. Forkvinnan leggur fram frásøgn

  3. Roknskapurin verður lagdur fram

  4. Innkomin uppskot

  5. Val av nevndarlimum sambært § 6

    • Formann

    • Tveir nevndarlimir

  6. Onnur val sambært § 6

    • Tveir eykalimir

    • Ein grannskoðari

    • Ein eykagrannskoðari

  7. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár

  8. Annað

Hans Atli Dahl bleiv valdur til orðstýrara.

Síðan tók næstforkvinnan, Sára Tummassardóttur, leysliga samanum árið. Forkvinnan, Guðrið Nattestad, var burturstødd, og luttók tí ikki á aðalfundinum. Men hon hevði boðað frá, at hon ikki stillaði uppaftur.

 Hareftir legði Rani Lagfoss, kassameistari, fram ársroknskapin hjá Føroyingafelagnum. Árið gav eitt lítið hall, og komst hetta av, at tvey av tiltøkunum ikki eydnaðust, sum ein hevði vónað, men harafturat vóru eisini nakrar íløgur gjørdar, ið ávirkaði endaliga úrslitið.

 Í 2016 byrjaði Føroyingafelagið at hava Pub-Quiz og Mánadagsdøgurða fast, áleið einaferð um mánaðan. Hesi bæði tiltøk, hava fingið eina sera góða móttøku.

 Sleipnir hevði onga bátsmanning havt, og sást hetta aftur í limatalinum, eins og í róðrarfelagnum sum heild.

 Í 2016 bleiv bankaskiftið gjøgnumført, og hevur Føroyingafelagið tí nú konto hjá Arbejdernes Landsbank.

 Limirnir sóu onki galið við roknskapinum, ið varð góðkendur av grannskoðara felagsins, og bleiv hann tí einmælt samtykin.

 Onki uppskot var komið inn til aðalfundin, so farið varð víðari til val av nevndarlimum.

 Sum áðurnevnt, stillaði Guðrið Nattestad ikki uppaftur, og tí skuldi ein nýggjur formaður finnast. Hanna Müller og Sára Tummassardóttur stillaðu báðar upp. Tað endaði við, at Hanna bleiv vald til forkvinnu felagsins tvey tey næstu árini.

 Síðan skuldu tveir nevndarlimir fyri 2 ár veljast, umframt ein nevndarlim fyri 1 ár, tí Hanna Müller, ið var vald sum nevndarlimur fyri enn 1 ár, var nú vald til forkvinnu.

 Joan Ziskason og Sára Tummassardóttur stillaðu báðar uppaftur fyri 2 ár, meðan Durita Johansen stillaði upp fyri 1 ár. Tær blivu allar tríggjar, einmælt samtyktar.

 Sum eykalimir, stillaðu bæði Rannvá Olsen og Enid Tummassardóttur uppaftur, og blivu báðar einmælt samtyktar.

 Til grannskoðara stillaði Hans Atli Dahl upp, og Jørgen Højgaard Jørgensen stillaði upp til eykagrannskoðara. Báðir blivu einmælt samtyktir.

 Limagjaldið fyri 2018 bleiv óbroytt, so tað verður verandi 100 kr. fyri hvønn, og 100 kr. eyka fyri tey, ið eru partur av ítrótti felagsins, t.d. rógving.

 Undir annað, bleiv kjakast um møguligan stuðul, hvussu, hvar og til hvat bleiv søkt, og hvørjar ágóðar hetta kundi hava.

 Síðan aðalfundin hevur nevndin skipað seg, og sær soleiðis út nú, Hanna Müller forkvinna, Rani Lagfoss kassameistari, Sára Tummassardóttur næstforkvinna og umboðar felagið í brúkararáðnum í Norðuratlantshúsinum í Odense, Durita Johansen skrivari, Páll av Kák Olsen hevur ábyrgdarøki Ítrótt, Jákup Olaf Jacobsen hevur ábyrgdarøki Samskifti og Joan Ziskason hevur ábyrgdarøki Mentan.