Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Mánadags døgurði

Sum nakað nýtt, verður farið undir at skipa fyri mánadags døgurða, einaferð um mánaðin í Norðuratlantshúsinum.

Fyrsta royndin verður 10. oktober, tá Føroyar og Portugal skulu spæla. Ætlanin er, at eisini vísa dystin.

Borðreitt verður við flaki og tí, ið har hoyrir til. Omaná verður eisini okkurt gott, aftur við einum drekkamunni.

Døgurði við omaná kostar 50,- fyri limir, og 75,- fyri ikki limir, 30,- fyri børn undir 12 ár.

Tað er avmarka nøgd, so tit verða biðin um at melda til. Tað verður gjørt, við at senda teldupost til Føroyingafelagið á Fyn á felagid@fyn.fo. Goldið verður við dyrnar.

So komið oman í Norðuratlantshúsið mánadagin, tann 10. oktober, og fái ein góðan bita, umframt at síggja teir føroysku leikararnir í hornatøkum við Cristiano Ronaldo og hinar portugisararnir.

Øll eru vælkomin at hyggja eftir dystinum.