Várveitslan 2016
(DK tekst længere nede)
So er tíðin aftur komin til at hava eina veitslu. Hesaferð er ræstur fiskur aftur á skránni, eftir at fleiri av limum felagsins, hava spurt um eina endurtøku av væleydnaðu várveitsluni frá í fjør.
Tann 9. apríl 2016 skipar Føroyingafelagið Á Fyn fyri tí árligu Várveitsluni í Norðuratlantshúsinum. Dyrnar lata upp kl. 16.00, og barr felagsins verður opin, kl. 18.00 verður fari til borðs.
Henda veitsla gevur føroyingum og føroyavinum á Fyn høvi at hitta aðrar føroyingar. Tilmeldingarfreistin er mánadagin, tann 4. apríl 2016.
Tiltakið kostar kr. 120 fyri limir og kr. 180 fyri øll onnur. Fyri at tilmelda seg til veitsluna, skal ein senda ein teldupost til Føroyingafelagið Á Fyn á felagid@fyn.fo, umframt at flyta peningin á konto nr. 0828 8105820721. Minst til at viðmerkja navn títt á flytingina. Tilmeldingin er bindandi. Vegna brunaumsjónini er tað avmarka nøgd av luttakarum til borðhaldið, so skundi tykkum at melda til.
Borðreitt verður við føroyskum røstum fiski við garnatálg og eplum, umframt omaná ein góðan drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið. Harafturat verður tann altíð bíliga barrin eisini. Tann afturvendandi durasnapsurin verður sjálvandi eisini.
Til tey, ið ikki eta ræstan fisk, verður okkurt annað borðreitt, men hvat er ikki heilt avgjørt enn, hetta verður avgjørt sum skjótast, so minnist til at viðmerkja í tilmeldingini, um tit ikki eta ræstan fisk.
Lutaseðlar verða seldir undir borðhaldinum, har fleiri góðir vinningar verða, m.a. er høvuðsvinningurin ein ferðaseðil við Norrøni fyri tvey við bili á leiðini Danmark-Føroyar t/r.
Til at spæla undir til sang undir borðhaldinum, eins og til dans aftaná, verður eitt loyndarmál nakað enn, men tit blíva ikki vónbrotin.
Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til veitsluna. Tikið verður heldur ikki ímóti gjaldskortum. Men Mobile-Pay verður møguligt.
Veitslan endar kl. 2:00, men møguleiki er fyri at halda á fram og njóta eina kalda Veðr, Black Sheep ella okkurt heilt triðja á Ryan's of Odense.
GG. Limaárið fylgjur kalendaraárinum, so tað er limagjaldið fyri 2016, ið skal verða goldið.
(DK)
Så er tiden igen kommet til at holde en fest. Og igen er det fermenteret fisk(ræst fisk), som er på menuen, efter at flere af medlemmerne har spurgt om en gentagelse af sidste års fest.
Den 9. april 2016 arrangerer Den Færøske Forening på Fyn for den årlige forårsfest i det Nordatlantiske Hus i Odense. Dørene åbner kl. 16.00, sammen med foreningens bar, kl. 18.00 bliver der gået til bords.
Festen hvor færinger og frænder kan komme sammen til en hyggelige stund i gode omgivelser. Tilmeldingsfristen er mandag, den 4. april 2016.
Arrangementet koster kr. 120 for medlemmer og kr. 180 for alle andre. For at tilmelde dig festen, skal du sende en e-mail til Den Færøske Forening på Fyn på felagid@fyn.fo, udover at overføre pengene til konto nr. 0828 8105820721. Husk at skrive dit navn på overførelsen. Tilmeldingen er bindende. På grund af brandtilsynet, er der begrænset antal pladser til spisningen, så skynd jer at tilmelde jer.
Der bliver serveret færøsk fermenteret fisk(ræst fisk) ’garnatálg’ og kogte kartofler, samt noget godt til dessert. Derudover er den altid billige bar åben. Samt at den tilbagevendende velkomstsnaps bliver skænket.
Til dem, der ikke spiser fermenteret fisk(ræst fisk), vil der blive serveret noget andet, det er bare ikke helt afgjort hvad, men bliver det snarest. Så husk at skrive i tilmeldingen, om i ikke spiser fermenteret fisk(ræst fisk).
Der vil blive solgt lodsedler til festen, hvor der vil være flere gode præmier, f.eks. er hovedpræmien en billet med Norrøna for to med bil på ruten Danmark-Færøerne t/r.
Til at spille til fællessang, samt op til en dans bagefter, vil være en hemmelighed lidt endnu, men i bliver ikke skuffet.
Man må ikke have egne drikkevarer med til festen. Derudover er det hellere ikke muligt at bruge diverse betalingskort. Men Mobile-Pay bliver muligt.
Festen slutter kl. 2:00, men muligt er at forsætte på Ryan's, hvor man kan nyde en Veðr eller Black Sheep fra Føroya Bjór, eller noget helt tredje.
Obs. Medlemsåret er kalenderåret, så det er kontingentet for 2016, som skal være betalt.