Føstulávintshald & Grýluveitsla
Føstulávint nærkast, og eins og undanfarin ár skipar Føroyingafelagið á Fyn fyri føstulávintshaldi, men í ár verður eisini ein grýluveitsla.
Tiltakið verður føstulávintsleygardag, tann 6. februar, í Norðuratlantshúsinum í Odense, og tað byrjar kl. 13.00.
Sum nakað nýtt, verður tiltakið deilt upp, soleiðis at tiltaki fyri børnunum er mitt um dagin, og tað fyri tey vaksni er seinni, sum so endar við eini veitslu um kvøldi.
Ein vegleiðandi tíðarætlan kemur at síggja soleiðis út:
Kl. 13.00. Føstulávintshaldið byrjar, børnini sleppa at prýða tunnuna.
Kl. 13.30. Børnini fara at sláa tunnu uttanfyri.
Kl. 15.00, ella tá tunnusláingin er yvirstaðin. Børnini fáa góðgæti og saft, virðislønir verða handaðar til kattarkongin og bestu grýlu. Kaffi/te og kaka fæst til keyps.
Kl. 17.00. Byrjar Grýluveitslan og tey vaksnu fara at sláa tunnu uttanfyri. Snapsur verður skonktur, meðan sligið verður.
Kl. 19.00, ella tá tunnuslátturin hjá teimum vaksnu er yvirstaðin. Verður fari til borðs, og kattarkongurin fær virðisløn. Stuttligt hevði verði, um øll komu klædd sum grýlur, tí seinni um kvøldi fær besta grýlan hjá teimum vaksnu, eisini eina virðisløn.
Føstulávintshaldið um dagin, kostar 10,- fyri hvørt barn.
Grýluveitslan kostar 60,- fyri limir og 100,- fyri ikki limir. Um ein bara vil sláa tunnu, kostar tað 30,- fyri limir og 60,- fyri ikki limir.
Við í prísinum fyri veitsluna er tunnusláing við snapsi, ein øl, sider ella sodavatn til veitsluna, suppa til matna, umframt okkurt gott omaná.
Tann annars altíð bíliga barrin hjá felagnum, hevur sjálvandi eisini opið.
Tilmelding er ikki neyðug til veitsluna, men vegna avmarka pláss, hevði tað verði gott um ein boðaði frá áðrenn, fyri at verða vísur í at fáa pláss. Hetta kann gerast við at senda ein teldupost til felagid@fyn.fo