Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Jólahugnakvøld við Pub-Quiz

Jólini nærkast í hvørjum, allarbest mær hugnar í...... Norðuratlantshúsinum í Odense.

Ætlanin var at Føroyingafelagið á Fyn, skuldi skipa fyri einum fyrilestri tann 26. november, men hesin bleiv tíanverri útsettur til fyrst í komandi ári.

Men hølini eru bíløgd, so hví ikki skipa fyri onkrum øðrum.

Tann 26. november kl. 19.00, letur Føroyingafelagið dyrnar upp til eitt øðrvísi hugnakvøld í Norðuratlantshúsinum, umframt at verða eitt jólahugnakvøld, verður fyri fyrstu ferð, Pub-Quiz eisini á skránni.

So finnið nissuhúgvuna fram, takið tey nærmastu í hondina og kom upp á 2. hædd í Norðuratlantshúsinum í Odense, tann 26. november, og royni tykkum í almennari vitan, vinningar verða til tey bestu. Tað  verður eisini møguligt, at keypa kaffi, te, øl sodavatn o.a. frá barr felagsins.

Øll eru hjartaliga vælkomin, føroyingar og føroyavinir.

Møguleiki verður eisini fyri,  at spurningarnir verða lisnir upp á donskum, so at skilja føroyskt er ikki eitt krav.