Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Jólaborðhald hjá Miðgarðsorminum

Jólini nærkast, so tað vil siga, at tað gera jólaborðhaldini eisini.

Leygardagin, tann 21. november 2015 kl. 18.00, hevur Miðgarðsormurin sítt jólaborðhald í Norðuratlantshúsinum í Odense.

Hetta verður ein sokallað samanskotsveitsla(sammenskudsgilde), har øll taka okkurt við, júst sum Føroyingafelagið skipar fyri hvørt 2. jólakvøld.

Fyri at luttaka skal, ein hava kvøði við Miðgarðsorminum, minst einaferð tað seinasta ári. Luttakararnir kunnu taka ein gest við sær.

Skriva á facebook tiltakinum HER, ella sendi ein teldupost til Miðgarðsormin á felagid@fyn.fo, um hvat tit taka við til borðhaldið.

So finnið nissuhúgvuna og kvæðahefti fram, og fái eitt ógloymandi kvøld við okkum.