Flaggdagshald 2015
Aftur í ár skipar Føroyingafelagið Á Fyn fyri Flaggdagshaldi í Norðuratlantshúsinum í Odense.
Sigmundur Ísfeld, umboðsmaður fyri Føroyar í Keypmannahavn, umframt at hann eisini hevur verði tað føroyska umboði í formansskapinum hjá Norðuratlantshúsinum, kemur at halda flaggrøðuna.
Tiltakið, ið er frítt, byrjar við at Merkið verður vundið á stong kl. 14.00, meðan flaggsangurin, Sjá, tú blánar verður sungin, síðan heldur Sigmundur Ísfeld flaggrøðuna inn í húsinum, frammanfyri handlinum. Eftir røðuna fer Norðuratlantskórið at framføra eini tveir sangir. Aftaná tað eru øll bjóðaði upp á 2. hædd, í hølini hjá feløgunum, har møguligt verður at keypa breyð við føroyskum viðskera frá P/F Poul Michelsen heilsølu, umframt kaku, kaffi, te o.a.
Um undirtøka og hugur er til tess, vil Dansifelagið Miðgarðsormurin gjarna fara upp á gólv, og øll eru vælkomin at luttaka.
Ætlanin var at okkurt serligt skuldi verða fyri børnini, men tíanverri var Jensina Olsen noydd at geva avboð, men vónandi ber tað til hjá henni at koma eina aðru ferð.