Føroyingafelagið á Fyn fingið nýggja forkvinnu
Tann 21. februar hevði Føroyingafelagið sín árliga aðalfund, har formaður og ein nevndarlimur stóðu fyri valið.
Nevndarlimurin, Guðrið Nattestad bleiv vald sum forkvinna, meðan fyrrverandi forkvinnan, Sára Tummassardóttir, bleiv vald sum nevndarlimur. Jákup Olaf Jacobsen bleiv valdur í tóma nevdarsæti, eftir at Guðrið var blivin vald sum forkvinna. Rannvá Olsen, fyrrverandi næstforkvinna, stillaði ikki uppaftur.
Sunrid Iversen tók við afturvali sum eyka limur, meðan Eydna Samuelsen valdi ikki at stilla uppaftur. Aref Marni Olsen bleiv valdur í hennara stað.
Nevndin sær soleiðis út, Guðrið Nattestad er vald beinleiðis sum forkvinna, eins og kassameistarin, Rani Lagfoss, bleiv tað í fjør. Hini í nevndini hava skipa seg soleiðis, Sára Tummassardóttir, næstforkvinna, Jákup Olaf Jacobsen, skrivari, og Ari Bjarkason, nevndarlimur.