Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Eykaaðalfundur um samanlegging


Á árliga aðalfundi felagsins, tann 21. februar, bleiv avgjørt, at tað skal kallast inn til eykaaðalfund.

 Hesin verður tann 21. Mars 2015 í Norðuratlantshúsinum, eftir at Róðrarfelagið Sleipnir hevur havt sín árliga aðalfund. Ein neyvari tíð á degnum verður almannakunngjørt seinni, so eitt gott ráð, er at halda eyga við heimasíðu felagsins, og serliga síðuna Tiltøk & kalendari.

 Tað er samanleggingin við Sleipnir, ið er á skránni til henda fund.

 Á árliga aðalfundinum, var einmælt samtykt, at Føroyingafelagið á Fyn og Róðrarfelagið Sleipnir skulu leggjast saman. Men hvussu henda samanlegging skal fara fram, skal avgerast á eykaaðalfundi. Tí bæði feløgini mugu gera viðtøkubroytingar, fyri at gjøgnumføra samanleggingina.

Leggjast kann afturat, at árliga Várveitslan verður hildin eftir eykaaðalfundin. Meira sæst um hana HER