Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Jólahald, jólagudstænasta og jólaheilsur

So er tíðin aftur komin til tað siðbundna jólahaldið hjá Føroyingafelagnum á Fyn. Sum vant við føroyskari gudstænastu og jólamanni, umframt høvi at senda jólaheilsur til tey kæru í Føroyum.

Jólahaldið í ár verður í Sct. Hans Kirke, mitt í Odense, adressan er Sct. Hans Plads 1, 5000 Odense C.

Tiltakið byrjar við føroyskari gudstænastu kl. 15.00 í sjálvari kirkjuni. Síðan verður fari í meinigheitshúsið, ið liggur við kirkjuna, til jólahugna. Har vit fara at ganga um jólatræi og fáa ein góðan drekkamunn. Man jólamaðurin ikki eisini koma á vitjan.

Eins og vanligt verður eisini møguligt at taka upp jólaheilsur, ið verða sendar heim til Føroyar.

Tiltakið er frítt.