Grindstop 2014 - Tá heimsáskoðanir bresta saman
Sunnudagin 2. november 2014 kl. 16 verður skipað fyri fyrilestri um grind í Norðuratlantshúsinum í Odense.
Fyrilestrarhaldari verður Janus á Ryggi. Evnið er orrustan millum umhvørvisfelagskapin Sea Shepherd og Føroyar í summar. Tvídrátturin millum hesi verður settur í eitt altjóða og teoretiskt høpi.
Nakrir av spurningunum, ið Janus á Ryggi setir og møguliga svarar, eru:
• Hvør er søgan handan tvístøðuna?
• Hvalaveiða sum orrusta í altjóða politikki – hvat er sambandi?
• Hvat er serstakt við Sea Sheperd í mun til aðrar umhvørvisfelagskapir?
• Teoretisk perspektiv – hvat snýr tvístøðan seg “veruliga” um?
• Hvussu sær framtíðin út – hvussu leingi heldur stríðið um grindadrápið áfram?
Janus á Ryggi er MSc í altjóða politikki frá London School of Economics. Í 2010 skrivaði hann masterritgerð um ”retoriska bardagan um hvalaveiðuna í altjóða politikki”.
Eftir fyrilesturin verður lagt upp til kjak.
Kostnaðurin er 40 krónur fyri limir og 80 krónur fyri onnur. Goldið verður við dyrnar. Við í prísinum er drekkamunnur.
Eisini verður møguligt at keypa sær okkurt í altíð bíligu barrini hjá felagnum.
Øll eru vælkomin.