Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Heystveitslan 2014

Veitslan, ið gevur føroyingum á Fyn høvi at savnast í gleimi við veitslunar borð; bæði tey, ið nýliga eru flutt niður og so tey, ið hava búð niðri nakað longri.

 Nú byrjar so smátt at nærkast til afturvendandi Heystveitsluna. 8. november 2014 verður heystveitsla í Norðuratlantshúsinum í Odense, sum liggur á Byens Ø. Addressan er: Nordatlantisk Promenade 1, 5000 Odense C.

 Tiltakið kostar 100 kr. fyri limir í Føroyingafelagnum, meðan tey, ið ikki eru limir gjalda 150. Fyri at melda seg til veitsluna skal teldupostur sendast til Føroyingafelagið á Fyn á felagid@fyn.fo umframt at flyta peningin á konto nr. 0828 8105820721. Minst til at viðmerkja navn títt. Tilmeldingin er bindandi. Tilmeldingarfreistin er 31. oktober 2014.

 Dyrnar lata upp kl. 16:00, og farið verður til borðs umleið kl. 18:00. Borðreitt verður fyrst við súpan og síðani stoktum lambskjøti. Omaná verður drekkamunnur við onkrum leskiligum afturvið. Harafturat verður durasnapsur, umframta at barrin verður opin við bíligum prísum.

 Vælumtóktu XL-Brothers spæla undir til sang og til dansin. Teir, ið manna bólkin eru Alex Bærentsen og Axel Eysturstein. Umframt XL-Brothers fer songkvinnan Eva Døgg at spæla nakrar sangir undir borðhaldinum. Aftur at sær hevur hon danan Simon á tangentum. Eva Døgg ger tekstir og løg sjálv og hevur m.a. sungið á Odense Havnekulturfestival.

 Tað er ikki loyvt at hava egnar drykkjuvørur við til veitsluna. Tikið verður ikki móti gjaldskortum. Men MobilePay verður møguligt.
Veitslan endar kl. 2:00, men møguleiki er fyri at leita sær á írsku pubbina Ryan’s, ið m.a. selur føroyskt øl, eftir veitsluna.