Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Kom og syng við Norðuratlantskórinum

Nú hava góðar kreftir tikið stig til at gera eitt felags kór fyri føroyingar, íslendingar og grønlendingar, umframt at danir eru eisini vælkomnir.

Eitt líknandi kór hevur sungið í Norðuratlantshúsinum í Odense til ávís høvi, m.a. tá Margretha drotning og Hendrik prinsur vitjaðu í summar.

Føroyingurin Niels Olsen, ið er kórleiðari, sigur, at øll eru vælkomin at syngja, og vónar hann, at nógv koma afturat við í kórið. Umframt hetta, leggur hann eisini dent á, at tað er sera trupult at fáa mannfólk við í kórið, tí sendir hann eina serlig áheitan, um at fáa fleiri at koma við.

Kórið syngur grønlendskar, íslendskar og føroyskar sangir. Kórið syngur fýraraddað. Vant verður í Norðuratlantshúsinum, á Nordatlantisk Promenade 1, Odense C. Kórið venur mikukvøld frá 19.00-21.00. Tað er Norðuratlantshúsið i Odense, sum stendur fyri kórinum.

Kórið er at finna á facebook HER