Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Flaggdagshald 2014

Flaggdagin 25. apríl, nú fríggjadagin, skipar Føroyingafelagið á Fyn, í samstarv við Norðuratlantshúsið í Odense, fyri Flaggdagshaldi í húsinum.

 Tiltakið byrjar kl. 16.00 við at Rani Lagfoss, kassameistari hjá Føroyingafelagnum á Fyn, vindur Merkið á stong og Árni Helmsdal, lærari, heldur røðu, kl. 16.30-17.30 framførur Betesdakórið. Hetta fer fram á niðastu hædd, har matstovan og handilin eru.

 Aftaná kórið hevur framført, verður høvi fyri, at keypa sær okkurt leskiligt til matna í tí snotiligu matstovuni.

 Møguligt verði eisini, at keypa breyð við viðskera og okkurt drekkandi frá Føroyingafelagnum, ið skipar fyri einari hugnaligari løtu í hølunum  á 2. hædd, har øll eru vælkomin at støkka inná gólvið, eftir at kórið hevur sungið.

 Um áhugi verður til tess, so fer dansifelagið Miðgarðsormurin, eisini uppá gólv um kvøldi.

 Tiltakið er frítt. Men minnist til, at hava pening við, um tit ætla at keypa frá Føroyingafelagnum.