Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Aðalfundur og nýggj nevnd


Sambært § 4 í viðtøkum felagsins, var aðalfundur hildin 2. mars í Norðuratlantshúsinum í Odense.

 Fundarskráin var í fylgi § 4 stk. 7 í viðtøkum felagsins.

 Skrivarin, Rani Lagfoss, bleiv útnevndur orðstýrari.

 Síðani legði forkvinnan, Sára Tummassardóttur, fram frásøgn, har hon tók samanum eitt sera hendingaríkt ár, við m.a. nýggjum hølum í Norðuratlantshúsinum og nýggja heimasíðu og samleika ment av Menning.fo.  Síðan segði hon nøkur orð um framtíðarætlanir hjá felagnum, har hon kom inná, at ongin Ræstkjøtaveitsla verður í ár, vegna ov lítla undirtøku tey seinastu árini. Men vónandi verður hon aftur í nærmastu framtíð. Annars greiddi hon frá øðrum tiltøkum, sum felagið skipar fyri í framtíðini, m.a. tveimum árligum veitslum, føroyskum dansi aðru hvørja viku, umframt øðrum føroyskum hátíðarhaldum.

 Hareftir legði Joan Ziskason, kassameistari, fram roknskapin, ið bleiv einmælt samtyktur.

 Punkt 4 var innkomin uppskot, og har var eitt komi inn. Tað snúði seg um dagføringar av viðtøkum felagsins, sum hevði m.a. við sær navnabroyting av felagnum, frá Føroyingafelagið í Odense, til Føroyingafelagið á Fyn. Uppskotið bleiv einmælt samtykt, og tær dagførdur viðtøkurnar, síggjast nú undir Viðtøkur.

 Síðani var tíðin komin til nevndarval. Kassameistari og tveir nevndarlimir stóðu fyri valið. Kassameistarin Joan Ziskason, valdi ikki at stilla uppaftur. Bert Rani Lagfoss stillaði upp, og var einmælt valdur sum nýggjur kassameistari.

 Til val sum nevndarlim, stillaði Guðrið Nattestad og Ari Bjarkason upp, meðan nevndarlimurin Eydna Samuelsen, valdi ikki at stilla uppaftur sum nevndarlimur. Tey bæði blivu einmælt vald, sum nýggj limir av nevndini.

 Sum eykalimur, valdi Sunrid Iversen at stilla uppaftur, umframt at Eydna Samuelsen eisini valdi at stilla upp. Tær blivu eisini einmælt valdar sum eykalimir.

 Val av grannskoðara, umframt eyka grannskoðara, blivu eins og hini valini, einmælt vald, tá Hans Elkir Hansen, grannskoðari, og Randi Thomasen, eyka grannskoðari, stillaðu uppaftur.

 Síðan var komi til ásetan av limagjaldi fyri komandi ár, sum eins og ári áðrenn, bleiv einmælt samtykt, at vera 100 kr.

 Hareftir vil Føroyingafelagið á Fyn takka Joan Ziskason, fráfarandi kassameistara, og Arnhild Tausen, fyrrverandi skrivara, ið tók seg úr nevndini hálvt ár áðrenn aðalfundin, fyri tað góða arbeiðið, tær hava gjørt fyri felagið, og ynskja teimum góðan byr.

 Á nevndarfundi 4. apríl, skipaði nevndin seg soleiðis:

Forkvinna: Sára Tummassardóttur

Kassameistari: Rani Lagfoss

Næstforkvinna: Rannvá Olsen

Skrivari: Ari Bjarkason

Nevndarlimur: Guðrið Nattestad

Eykalimir: Sunrid Iversen og Eydna Samuelsen

Grannskoðarar: Hans Elkir Hansen og Ann Rudolfsdóttir

Eyka grannskoðari: Randi Thomasen