Føroyingafelagið á Fyn

View Original

Dagføringar fyri Føstulávintshaldið

Føroyingafelagið á Fyn fer at hava føstulávintshald í Norðuratlantshúsinum tann 2. mars kl. 15.00, aftaná aðalfundin.

 Øll, bæði smá og vaksin, verða eggjaði til at lata seg í sum grýla, tí tað verða virðislønir handaðar til tær bestu grýlurnar. Virðislønin hjá børnunum verður ein pakki við onkrum góðum í, og hjá teimum vaksnu er tað eitt atgongumerkið til Norðuratlantiska Frigg Festival í Keypmannahavn.

 Síðan fara børn og vaksin eisini at sláa tunnu, har børnini sleppa at prýða tunnurnar áðrenn. Tað verða virðislønir handaðar til kattarkongarnar, umframt at snapsur, eftir føroyskum siði, verður skonktur meðan tey vaksnu sláa.

 Miðgarðsormurin fer eisini uppá gólv, og øll eru vælkomin at trína uppí ringin.

 Harafturat verður eisini suppa fingin til matna. Umframt at møguligt verður at keypa kaffi, te, sodavatn og øl allan dagin.

 Tiltakið kostar 40 kr fyri limir og 60 kr fyri ikki limir, børn fría atgongd.

Tiltakið sæst á facebook HER